Eins og nógvir aðrir jeepar í hesum klassanum er Mazda Tribute fyrst og fremst gjørdur til at koyra á asfalti, hóast hann klárar seg væl á ósløttum undirlendi. Vanliga trekkjur bilurin við forhjólunum, men ein viskosekobling millum akslarnar ger at bakhjólini hjálpa til tá brúk er fyri tí. Ein knøttur á instrumentborðinum er til at sperra differentialið við. Bilurin fæst við tveimum bensinmotorum: Einum 2,0 litur motori við 124 hk og einum 3,0 litur við 197 hk. Tribute verður gjørdur í USA og er sami bilur sum Ford Maverick. Ford hevur tríggjar størri "off-roadarar", teir eru Explorer, Expedition og Excursion.
Teir Mazda Tribute sum eru komnir hendanvegin hava 2,0 litur motorin við 124 hk. Bilurin fæst sum fimmpersóna bilur og sum vøruvognur. Sum vøruvognur er lastarúmið 1830 litrar. Rúturin í baklúkuni kann latast upp fyri seg, soleiðis at ikki er neyðugt at lata alla lúkuna upp fyri at legga smærri lutir inn í bilin. Airbag eru framman og í síðunum. Tribute er í sama klassa sum Toyota RAV4, Honda C-RV og Land-Rover Freelander. Bilurin er væl útgjørdur við el-síðurútum, el-síðuspeglum, fart-piloti, hita í forsetrunum, alufelgum og tokulyktum í kúfangaranum framman.
Mazda Tribute 2,0i 4x4
Motorurin2,0 litur 4 syl.16V bensin við 124 hk
0-100 km/t13,0 sek
Bensinnýtsla9,4 km/l
Dekkstødd215/70-16
Stødd og vekt:
Longd442,0 cm
Breidd 180,0 cm
Hædd177,0 cm
Eginvekt1475 kg
Viðførisrúm935 litrar
Prísurkr. 288.000 (persónbilur)
kr. 215.700 (vøruvognur)
SøluumboðBerg Motors
Staravegur 1-3
FO-100 Tórshavn
Tel 313535