Í dag eru 695 leigubilar í Føroyum
Ein partur av vøkstrinum í skrásetingunum av nýggjum persónbilum eru nógvu leigubilarnir, sum eru í Føroyum. Higartil í ár eru skrásett 1.828 nýggj akfør. Av teimum eru 1.373 persónbilar – og av hesum persónbilum eru 403 persónbilar skrásettir sum leigubilar.
Í sambandi við hagtølini yvir nýggju akførini, sum enn eru alsamt vaksandi, hevur onkur reist spurningin, um tað er talið á leigubilum, sum hevur ávirkað hagtølini, og tað at bilasølur skráseta nógvar nýggjar bilar sum leigubilar – kanska fyri at vera við í kappingini um mest selda bilin. Sambært Akstovuni eru í dag skrásettir 695 leigubilar.
Vit hava ikki fingið innlit í, hvussu nógvar leigubilar hvør útleigari eigur. Stór útskifting er í leigubilum, og teir eru rættiliga nýggir. Tí seinastu sjey árini – ella síðani 1. januar í 2012 eru skrásettir 2.502 leigubilar. Men flestu teirra eru seldir aftur sum persónbilar, tí í dag eru leigubilarnir »bara« 695 í tali.
Staðfestast kann tó, at 30 prosent av nýggjum persónbilum, sum eru skrásettir í ár, eru leigubilar.