Triðja metið hjá Avataq

- Hetta er fyrstu ferð í landsins søgu, at ein kvotuvekt á 1.045 tons er veidd á einum og sama túri, sigur Royal Greenland.

Tað var føroyingurin, Tordar Dimon, sum var skipari á rækjutrolaranum henda túrin, teir settu veiðimet.

Trolarin hjá Royal Greenland, Avataq, hevur nú fyri triðju ferð sett veiðimet.

 

Mikudagin legði trolarin til Atlantbryggjuna í Nuuk við 1003 tonsum av rækjum eftir at hava verið til fiskiskap í ein mánaða.

 

Tað skrivar heimasíðan hjá Royal Greenland.

 

- Hetta er fyrstu ferð í landsins søgu, at ein kvotuvekt á 1.045 tons er veidd á einum og sama túri. Tá rækjurnar eru virkaðar, gevur hetta 1.003 tons.

 

Tað sigur rakstrarleiðarin í Royal Greenland, Johan Berthelsen.

 

Sambært heimasíðuni hjá felagnum er hetta triðju ferð, at Avataq setir veiðimet.

 

Fyrstu ferð var hin 18. mai í 2020, tá lastin ein einstakan túr var á 903 tons. Aðru ferð var hin 6. august í 2020, tá gamla metið varð sligið við 24 tonsum, og hesaferð hevði Avataq 927 tons.

 

- Trolarin, sum er 82,3 metrar langur og 18 metrar breiður, hevur ein lastakapasitet á 2850 rúmmetrar, upplýsir Royal Greenland.

 

 

 

 

 

Tað var føroyingurin, Tordar Dimon, sum var skipari á rækjutrolaranum henda túrin, teir settu veiðimet.