Ein 22 ára gamal maður varð í Føroya Rætti mánadagin dømdur tríggjar mánaðir fongsulsrevsing fyri harðskap móti einum manni og eini kvinnu.
Bakgrundin handan hendingina er ein ósemja millum ein vinmann hjá dømda og órættaða mannin. Teir hava verið óvinir eina tíð og eitt kvøld í januar í ár avtalaðu teir at møtast til eina uppgerð. Óvist er, júst hvat uppgerðin skuldi enda við, men eitt vitni greiddi í rættinum frá, at dráp og stunga vóru nevnd, so hendan gentan óttaðist, at okkurt álvarasamt kundi henda.
Dømdi maðurin er heima hjá vinmanninum og hoyrir eisini um ætlaðu uppgerðina, og tað kemur honum fyri oyra, at órættaði skal hava knív við sær til uppgerðina. Hetta ætlar hann ikki at lata sær lynda og velur at taka sakina í egnar hendur.
Tá bilurin við órættaða manninum og kvinnuni koma í túnið, loypir dømdi maðurin út, dregur bilhurðina upp og gevur bilføraranum minst eitt slag, og roynir síðani at draga mannin úr bilinum. Meðan hann soleiðis stendur og baksast við bilføraran, sær hann í eygnakrókinum ein annan persón opna viðførislúkuna og síðani koma móti honum. Nú dømdi maðurin snarar sær á og fer beint í krovið á hesum fremmanda og gevur hesum persóninum fleiri sløg og síðani spørk, tá persónurin er komin niður at liggja, innan hann varnast, at tað er eitt konufólk, sum er móttakari av vreiði hansara.
Bilførarin er nú komin úr bilinum, og tað verður áfast millum teirra, sum aftur førir til, at dømdi maðurin gevur bilføraranum fleiri sløg.
Tey bæði órættaðu endaðu á bæði á skaðastovuni. Gentan hevði sjónligar skaðar eftir harðskapin og bløddi nakað úr nøsini, meðan maðurin mátti seymast í pannuni og nøsini.
Dómarin metti, at tað var prógvað, at hann hevði sligið tey bæði ungu fólkini í bilinum og at hann hevði sparkað ungu kvinnuna. Hon legði dent á, at ákærdi nærum ongan skaða hevði fingið sjálvur, so neyvan hevði hann verið í slagsmáli við bilføraran. Heldur var talan um grovan harðskap. Hon metti, at av tí at tala var um ein triðja dóm fyri harðskap kundi hon ikki gera dómin treytaðan, men hon valdi tó ikki at taka gomlu dómarnar við í hetta málið, men lat teir standa við einsamallir. Orsøkin til hetta, var millum annað serligu umstøðurnar rundan um seinna harðskapsdómin.
Við tað, at royndartíðin nú er farin, fella teir báðir dómarnir tí burtur. Tó so, dómarin dømdi mannin í fongsul í tríggjar mánaðir, umframt at hann skal rinda endurgjald til órættaðu og rinda sakarmálskostnaðin.
Les meiri um málið í Sosialinum, ið varð borin í postkassan í dag.