Tríggir fingu klipp í koyrikortið

Tveir motorsúkkluførarar og ein bilførari fingu klipp í koyrikortið í gjár

Annar motorsúkkluførarin varð tikin, tá hann varð máldur til at koyra 102 km um tíman gjøgnum Vágatunnilin. Tað var ferðslubulurin hjá løgregluni, sum elti motorsúkkluna og soleiðis kundi máta ferðina. Hesin bilurin er útgjørdur við upptøkutólum, sum prógva ferðina.

Tað gevur klipp í koyrikortið at koyra 102 km um tíman, so tað fekk motorsúkkluførarin umframt eina bót. 

Stutt eftir tók løgreglan enn eina motorsúkklu, sum koyrdi 102,5 km um tíman. Tað var á vegstrekkinum millum Leynatunnilin og Effostøðina í Kollfjarðadali. Tað gav somuleiðis føraranum bót og klipp í koyrikortið.

Ein varð tikin í Klaksvík fyri at koyra 57 km um tíman í eini sonu, har hámarksferðin er 30 km um tíman. Tað gevur hesum bilføraranum klipp í koyrikortið, tí tað fært tú, um tú koyrin 15 km um tíman ov skjótt, har ferðin annars er niðursett.