Á panelfundi í Norðurlandahúsinum í sambandi við filmsdagarnar kom fram, at tríggir føroyskir spælifilmar eru ávegis.
Tey, sum standa fyri hesum trimum verkætlanum eru Sakris Stórá og Ingun í Skrivarastovu, sum samstarva um eina verkætlan, Anton Petersen og Heiðrikur á Heygum.
Eingin teirra kom ítøkiliga inn á, hvat hesir filmar snúgva seg um, men talan er um spælifilmar í biograflongd.
Hóast tað ikki er stór forrætning í at gera film í Føroyum, so vilja føroysku leikstjórarnir fegnir gera føroyskar filmar í Føroyum. Hugin Eide frá Blue Bird Film vísti á, at um fólk ikki høvdu verið so lagalig, so hevði tað als ikki borið til at gjørt ein film sum t. d. Ludo ella hinar filmarnar hjá Blue Bird Film í Føroyum. Nógv fólk gera arbeiði fyri einki og onnur fyri lítið og lætt. Av tí at tað bar til at leiga útgerð við 75 prosentum í avsláttri, so bar til. Hann segði eisini, at nú ber væl til at gera film í Føroyum við kvalifiseraðum føroyskum fakfólkum, og tað er ein positiv broyting, sum hevur stóran týding fyri føroyska filmsframleiðslu, segði hann.
Filmsdagarnir í Norðurlandhúsinum halda fram til mikudagin.