Tríggir hava longt við KÍ

Norðlýsið skrivar í kvøld, at tríggir leikarar hava sett sína undirskrift upp á, at teir halda fram í felagnum.

KÍ er við at fáa hópin fullfíggjaðan til komandi kappingarár, og í kvøld veit Norðlýsið at siga, at tríggir leikarar hava skrivað undir upp á, at teir halda fram í felagnum.


36 ára gamli Heðin á Lakjuni, sum í fjør varð heiðraður fyri at spæla dyst nummar 400 í bestu deildini, spælir eisini við KÍ komandi kappingarár.


Eisini 22 ára gamli Sørmundur Kalsø og 19 ára gamli Tórur Justesen hava longt við KÍ, skrivar Norðlýsið í kvøld.