Tríggir framleiðarar eru í uppskoti at gerast ársins framleiðari á FMA 2019.
Her sæst hvørjir teir tríggir, sum dómsnevndin hevur gjørt av at skjóta upp sum ársins framleiðarar, eru:
• Mikael Blak fyri Portur hjá Mariusi Ziska.
• Theodor Kapnas fyri Támsins likam hjá Hamferð.
• Kristoffur Mørkøre fyri Swardi, Spegil Spegil, Bjarka Hansen, Katrina á Borg og ymiskt annað.
FMA verður í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið 9. mars.
Tiltakið verður sent beinleiðis í Kringvarpi Føroya klokkan 19.30 – bæði í sjónvarpi, útvarpi og á netinum.