Tríggir møguleikar við fjósinum í Heimistovu

- Nú skal støða takast til, hvat skal gerast við hendan matrikkulin á Glyvrum.

 

Runavíkar kommuna keypti fjósið í Heimistovu á Glyvrum fyri 10 árum síðan.

 

 

Á býráðsfundi í Runavíkar kommunu í apríl var eitt av málunum at seta ein bólk til at fáa greiði á, hvat gerast skal við Fjósið í Heimistovu á Glyvrum. Á fíggjarætlanini fyri 2021 eru 100.000 krónur settar av til endamálið. Tilmælt varð at velja hesi í bólkin: Urd Johannesen, forkvinnu, Petur Hansen, formaður í mentanarnevndini, Sigrun Jónsveinsdóttir, Deirdre Hansen og Sølva Reinert Hansen, sum skrivara í bólkinum.

 

- Mentanarnevndin hevði frammanundan viðgjørt málið hin 21. apríl, og hon tók undir við tilmælinum. Býráðið tók á fundi hin 28. apríl einmælt undir við tilmælinum frá mentanarnevndini, siga tey í Runavíkar kommunu í dag.

 

Runavíkar kommuna keypti fjósið í Heimistovu fyri 10 árum síðan, og síðan tá hevur fjósið staðið sum tað stóð, og eingin ítøkilig ætlan hevur verið frammi um, hvat húsið skal ella kann brúkast til, ei heldur er peningur settur av til nakað endamál hesum viðvíkjandi.

 

- Fjósið er ásýniligt. Øll síggja tað sum aka ella spáka framvið, og harvið hava mong ivaleyst gjørt sær onkrar tankar um, hvat húsið kann brúkast til. Eingin ivast í, at bygningurin einki peningaligt virði hevur - uttan tað negativa virðið, sum tað hevði kostað at tikið hann niður, um tað gjørdist endaliga avgerðin.

 

Lagt verður aftrat, at Urd Johannesen, sum kend frá mentanarlívinum og er fødd og uppvaksin á Glyvrum, hevur í 2020 skrivað nakrar hugleiðingar um, hvat hon kundi hugsað sær, at fjósið varð brúkt til. 

 

- Tað er eingin orsøk til, at ein kommuna eigur hús bara fyri at eiga hús – fyri síðan at lata tey falla í órøkt. Tí skal støða nú takast til, hvat gerast skal við henda matrikkulin á Glyvrum. Soleiðis sum málið vendir, eru tríggir møguleikar:

 

* at selja fjós og matrikkul

 

* at taka fjósið niður og rudda matrikkulin

 

* at seta fjósið í stand og brúka tað til eitt hvørt skilagott og gagnligt endamál.

 

Í Runavíkar kommunu vísa tey á, at fjósið í Heimstovu er ein sermerktur bygningur, sum fyllir nógv í bygdarmyndini. Tí kann støðan ikki standa við og versna.

 

- Niðurbræðingin hevur veruliga tikið dik á seg hesi seinastu árini. Tí skal ein avgerð takast skjótast gjørligt til onkran av møguleikunum, her her eru nevndir.

 

##med2##

 

Bólkurin, sum nú arbeiðir við málinum, skal ætlandi leggja fram eitt álit um hetta, soleiðis at málið kann viðgerast á fundi í mentanarnevndini hin 16.  juni 2021.

 

Runavíkar kommuna keypti fjósið í Heimistovu á Glyvrum fyri 10 árum síðan.