Tríggir sóu reytt á Argjum

1.DEILD: Clayton Soares skoraði málið hjá sandoyingum, sum fóru suður við einum stigi

Rúni Olsen hevði tríggjar ferðir reyða kortið á lofti, tá ið B71 var gestur á Argjum, og úrslitið var 1-1.

 

Í tíðini, sum dómarin legði aftrat vanligu leiktíðini, varð ein spælari hjá hvørjum liðnum vístur av vølli. Fyrst sá Gunnar Lydersen hjá B71 eftir lítlari løtu tvær ferðir gula kortið og harvið eisini tað reyða. Og lítla løtu seinni var verjuspælarin hjá AB, Tróndur J. á Høvdanum, vístur av vøllinum.

 

AB legði seg á odda í fima minutti. Málskjútti var Bartal Skaalum Petersen, sum er toppskjútti hjá argjamonnum. Hann hevur skorað seks av 16 málum.

 

Í sambandi við, at heimaliðið legði seg framum, var B71 venjarin, Richard Goffe, burturvístur.

 

Ellivu minuttir undan leikloki javnaði B71 til 1-1. Málskjútti var Clayton Soares eftir upplegg frá Jónas Warner. Clayton Soares hevur skorað 11 mál og er toppskjútti hjá bæði B71 og í næstbestu deildini.

 

B71 og AB eru eftir 10 umfør jøvn í stigum. Bæði liðini hava 16 stig, og málmunurin hjá B71 er +5 og hjá AB +4.

 

Leygardagin fær B71 vitjan av EB/Streymi, og annan mánadag, sum er 2. Hvítusunnudagur, skal AB suður til Vágs.