Í HB komu tíðindini óvart á, at Kristin hevur skift til AB, tí hann hevði boðað frá at hann ikki fór at spæla komandi ár. Tí er støðan ikki broytt so nógv fyri HB, men teir leita framvegis eftir styrki til miðvøllin, har Heini Vatnsdal og Tróndur Jensen eru fluttir til Danmarkar.
Les eisini: Seinkað jólagáva til HB
Tveir spælarar sum alment hava boðað frá, at teir eru sinnaðir at spæla í Føroyum komandi kappingarár eru Høgni Madsen og Karl Løkin. Høgni Madsen spældi seinnu hálvu í fjør við Jammerbugt í triðju deild í Danmark. Hann hevur tilboð um at halda fram, men hann umhugsar at flyta til Føroyar at spæla. Hann er ein møguleiki hjá HB.
Karl Løkin skifti til Næstved, men hevur ikki vunnið sær fasta spælitíð. Hann er somuleiðis ein møguleiki.
Les eisini: Kristin R. Mouritsen skift til AB
Triði møguleikin er ein lokalur møguleiki, men tað er óvist um tað yvirhøvur er ein møguleiki. Tað er Rókur av Fløtum Jespersen, sum í fleiri førum er komin heim at spæla við barndómsfelagnum, eftir at hann flutti niður.
Tað er framvegis ógreitt um Teitur M. Gestsson spælir við HB komandi kappingarár. Hann hevur sum skilst møguleikan at royna seg í Danmark, og hevur hevur Símun Rógva Hansen kláran sum avloysara.
Stutt eftir jól boðaði HB frá, at Fróði Benjaminsen heldur fram. Nú er greitt, at eisini Andrew av Fløtum verður partur av HB komandi kappingarár. Andrew er eftirhondini blivin 35 ár, men hann prógvaði í fjør, at hann enn hevur nógv at geva felagnum á vøllinum.