Á tingfundinum í dag skal løgtingið taka støðu til tríggjar fyrispurningar og seks fyrstuviðgerðir eru á skránni
Tingfundur verður klokkan tíggju í morgun. Í gjár var fyrsta viðgerð av fíggjarlógini liðug. Hon er beint í fíggjarnevndina ti viðgerðar.
Í morgun skal løgtingið taka støðu til tríggjar fyrispurningar frá Eyðgunn Samuelsen til landsstýrisfólk:
Eyðgunn Samuelsen spyr spyr Anniku Olsen um tey, ið eru dottin úr ALS-skipanini og yvir á forsorg. Hon spyr eisini Karsten Hansen um screening fyri krabbamein, og at enda spyr hon Karsten Hansen um ebolatilbúgving á Landssjúkrahúsinum.
Hini málini á skránni á tingfundinum í dag eru hesi:
4. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 8/2014: Uppskot til samtyktar um at endurskoða fólkaskúlalógina Málið verður beint í Mentanarnevndina
5. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 9/2014: Uppskot til samtyktar um at lýsa 25. mars sum almennan móðurmálsdag Málið verður beint í Mentanarnevndina
6. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 17/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum (Hækking av barnaískoyti til stakar uppihaldararar)
7. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 13/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum (Barnaískoyti) Tingmálini nr. 17 og 13/2014 verða viðgjørd undir einum, og beind í Trivnaðarnevndina
8. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 15/2014: Uppskot til løgtinglóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum Málið verður beint í Trivnaðarnevndina
9. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 14/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Barnafrádráttur) Málið verður beint í Fíggjarnevndina
10. Framløga