Tríggir tilburðir við koronu í gjár

Í gjár vóru tríggir nýggir tilburðir staðfestir við koronu, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Øll eru smittað í Føroyum, í tveimum førum frá kendari smittukeldu, og í hinum førinum er smittukeldan ókend.

 

1011 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 117 fólk smittað í Føroyum. 466 eru í sóttarhaldi. Tilsamans er 1220 fólk í Føroyum smittað, harav 1101 eru vorðin frísk aftur. Ein persónur er í løtuni innlagdur á Landssjúkrahúsinum við koronu.