Tríggir tørna til aftur hjá TB

Hjá B68 kemur tað illa við, at álopsspælari er leikbannaður og verjuspælari skaddur

Klokkan 18 verður fyrsta bríksl á Svangaskarði. TB ferðalagið hevur enn einaferð ofrað arbeiðsdag fyri at spæla norðanfyri, og talan er um sera týdningarmikla uppgávu.

 

Á Svangaskarði verður dagsskráin hjá báðum pørtum at vinna stig so fjarstøðan til niðurflytingarstrikuna verður størri, enn hon nú er.

 

B68 er á sjeynda plássi við 17 stigum, og TB er á áttanda plássi við 15 stigum. Undir niðurflytingarstrikuni eru ÍF og AB við 12 og 10 stigum.

 

Tá ið TB síðsta sunnudag tapti 3-0 á heimavølli ímóti B36, var stórur saknur í trimum leikbannaðum miðvallarum. Nú eru teir allir tøkir – John Villi Wøldike Leo, Nikolei Johannesen og Samudeen Musah.

 

Hjá B68 er miðvallarin Sebastian Lau Nielsen tøkur aftur eftir leikbann. Álopsspælarin Mohamed Samba er leikbannaður, og vongverjin í høgru Gilli Samuelsen er ikki við, tí hann er skaddur.

 

Sunnudagin vardi Tórður Thomsen B68 málið í Sørvági. Í kvøld er Benjamin Schubert aftur millum B68 stólparnar.

 

 

 

B68 – TB kl. 18.00

 

Dómari: Bjarki Danielsen

 

B68: Benjamin Schubert – Aleksandur Ó. Jensen, Áki Johannesen, Aron Reinert Hansen, Bárður Ó. Jensen – Boubacar Sidik Dabo, Sebastian Lau Nielsen, Ragnar Samuelsen, Hanus Højgaard – Villiam Emil Klein, Jørgen Nielsen

 

TB: Anders Hoff – Jens Erik Bruhn, Salmundur Bech, Musah Armah, Ragnar Joensen – Nikoli Johannesen, Markus Thorberg – Samudeen Musah, Rógvi Joensen, John Villi Wøldike Leo – Onyekachi Hope Ugwuadu