EB/Streymur boðar í kvøld frá, at felagið hevur skrivað undir sáttmálar við tríggjar spælarar, soleiðis at teir eisini í 2022 fara at spæla við EB/Streymi.
EB/Streymur skrivar soleiðis:
Í kvøld hava vit gjørt avtalu við tríggjar av okkara lokalu leikarum. Talan er um Árna G. Olsen, Mikkjal S. Hellisá og Gutta Dahl-Olsen, sum allir eru ættaðir úr Haldórsvík. Sáttmálarnir eru galdandi fyri kappingarárið 2022.
Árni er 28 ár og hevur leikt 161 dystir í bestu deildini. Árni hevur verið partur av okkara felag øll árini burtur sæð frá í 2018, tá hann var eitt ár í AB. Árni má tí roknast sum ein av okkara royndastu leikarum.
Mikkjal og Gutti eru 19 ár, og hava alla teirra tíð verið partur av EB/Streymi. Í 2018 fingu teir báðir sín fyrsta dyst á besta liðnum, og nú hava teir báðir leikt knapt 50 dystir hvør í bestu deildini. Í ár hava teir bitið seg ordiliga fastar á besta liðið, og verða teir roknaðir sum tveir av okkara evnaríkastu leikarum í felagnum.