Í nógv ár var Sands kommuna tyngd av stórari skuldarbyrðu, men í dag sær alt øðrvísi og betri út. Stórt bjartskygni ræður í kommununi, fólkatalið veksur, og fólk trúgva upp á framtíðina.
- Vit hava fingið okkara frælsi aftur við tað, at skuldin er farin niður um eina álíkning, samstundis sum vit eisini hava fingið nýggjar og øktar inntøkumøguleikar.
Brandur Sandoy, borgarstjóri vísir á, at Marine Harvest hevur fingið aliloyvi á Sandsvág, og hóast virksemi enn er á royndarstigi, og eingin fiskur enn er settur út, hevur kommunan longu merkt ágóðan av alivinnuni.
- Bara í ár kemur alifelagið at rinda heilar tríggjar miljónir krónur av sínum partafelagsskatti í kommunukassan á Sandi, og hetta hevur velduga stóran týdning fyri kommununa.
Borgarstjórin sigur, at hóast bygdarráðið lækkaði skattin við hálvum prosenti í verandi fíggjarári, er eisini lønarskatturin øktur.
- So, vit kunnu ikki siga annað enn, at hetta eru spennandi tíðir, sum liggja fyri framman hjá okkum her suðuri.
Brandur Sandoy leggur tó dent á, at hóast pílarnir peika rættan veg hjá kommununi, verður framvegis hildið aftur í rakstrarútreiðslunum, samstundis sum goldið verður niður á eftirverandi skuld.