Tríggjar røður 1. mai í Vestmanna

Mánadagin er 1. mai, og tá verður skipað fyri 1. mai haldi á Reyða Torginum í Vestmanna klokkan 16

Røðarar verða Magna Eliana Mørkøre, sjúkrarøktarfrøðingur í VEKS, Marita Rasmussen, stjóri á Havstovuni og Øssur Winthereig, journalistur.

Vestmanna Hornorkestur spælir.

Eftir tað verður drekkamunnur og hugnaprát í Arbeiðarafelagshúsinum beint við.

Øll eru vælkomin, siga fyrireikararnir, sum eru: Vestmanna Arbeiðarafelag, Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag og Norðstreymoyar Javnaðarfelag.