Tríggjar stevnur av hvørjum slagi

Kappróður: Næsta ár verða fyrst tríggjar stevnur, har róð verður á øllum teinum, og síðani tríggjar, har bert verður róð á 1000 metrum

Á aðalfundinum hjá RSF leygardagin varð kappingarskráin fyri komandi ár løgd fram. Sum undanfarin ár verður FM kappróður á seks stevnum.

Lagt verður til brots í FM kappingini á norðoyarstevnu. Hon verður eina viku seinni komandi ár, enn hon hevur verið hesi seinnu árini. Kappróðurin verður leygardagin 6. juni. Róð verður á Skálafjørðinum leygardagin 13. juni, í Hvalvík 20. juni og á jóansøku í Vági 27. juni. Tað vil siga, at tað verða FM kappróðrar allar fýra sunnudagarnar í juni 1998.

Vestanstevnuróðurin verður í Miðvági leygardagin 11. juli, og sum vanligt verður síðsti kappróðurin ólavsøkuaftan 28. juli, sum í 1998 verður ein týsdag.

Vert er at leggja til merkis, at komandi ár verður fyrst kappast á trimum firðum og vágum, har tað ber til at rógva allar teinarnar, og so verður kappast á trimum støðum, har tað bara ber til at rógva eitt túsund metrar.

Í ár vóru allir róðrarnir uttan tann á ólavsøku á støðum, har tað ber til at rógva allar teinarnar.