Høgni Djurhuus
??????????????
Ikki vardi tað meg, at lítli naglaklipparin hjá mær kundi gerast ein hóttan móti heimsfriðinum. Naglaklipparin er keyptur í einum toluliga heiðurligum matvøruhandli fyri danskar krónur, ikki frá einum ónossligum eysturevropeiskum seyðatjóvi fyri amerikanskar dollarar. Trim eitur hann, og hann er hampuliga blankur enn og bítur væl. Upprunalandið er ókent. Hann er vissuliga effektivur, hevur gjørt av við manga ófantaliga negl. Men nakað morðvápn er hann ikki.
Fyri knappliga trimum árum síðani var eg á veg um borð á eitt flogfar í Kastrup. Tá eg bleiv skrivaður inn, skuldi eg vísa henni við syntetiska SAS-brosinum passið. Gamaní. Og so spurdi hon har innan fyri skivuna, um eg hevði nakað hvast í taskuni hjá mær, naglaklippara til dømis. Eg undraðist fyrst, áðrenn eg fekk svarað, á hesa nýíkomnu umsorgan hjá starvsfólkunum í Kastrup. Men, nei, tað hevði eg ikki. Einki hvast í taskuni. Legði afturat, at maðurin aftan fyri meg í halanum hevði hvassa tungu og upp aftur hvassari eygnabrá, tí hann hevði bíðað so leingi. Tað helt hon ikki var stuttligt.
"Det er desværre ikke vores problem bla bla bla.....".
Naglaklipparin var tíbetur í kuffertinum, sum longu var farið innum og afturum. So Trimmirin bleiv ikki konfiskeraður sum ein latent hóttan móti trygdini í luftini og heimstrygdini yvirhøvur. Eg havi hann enn. Hann liggur heima við hús í einum ólæstum skápi sum stuttbyrsurnar í USA.
Hetta var í teimum døgum, tá knívar, gafflar og skeiðir hjá flogfeløgunum aftur vóru úr plasti. Tað ber ikki til at drepa flogternur og flogskipararar við plastknívum. Teir brotna bara.
Vit vóru kortini ikki komin langt inn í árið null, so var vandin longu hasaður av. Eingin spurdi longur um naglaklipparar ella onnur hent amboð í handviðførinum. Og passið skuldi ikki upp úr lummanum. Á ársfundinum hjá Norðurlandaráðnum tað sama heystið, síðst í oktober, var Poul Nyrup Rasmussen, sum tá framvegis var beinharður forsætisráðharri, stuttligur í einari røðu fyri tí fína nordiska selskapinum á teimum spegilsblonku bonaðu gólvunum. Hann segði, at hann hevði ikki sæð ein norðurlending við knívi í aðrari hondini uttan so at hon hevði ein gaffil í hinari.
Knívar og gafflar úr stáli komu um sama mundið aftur í flogførini og lættari gjørdist at stykkja sundur pseudomatin hjá flogfeløgunum.
Fyrst í árinum null vóru naglaklipparar hóttan móti trygdini. Áðrenn roykurin á Manhattan var køvdur og tárini tornað, vóru stálknívar ikki nøkur hóttan móti trygdini.
Er Bush fittari enn bin Laden?
Eg tori at viðganga, at eg var ikki við í grátikórinum tann
11. september og fyrstu dagarnar í árinum null. Tað ljóðaði snøgt sagt ov býtt, at heimsins besta fregnartænasta og heimsins besta løgregla onga ábending høvdu um, at nakrir dubiøsir menn, ja, enntá arabarar, verri fær tað ikki verið, vóru í statunum og fyrireikaðu 11.september. Fingu teir frið, tí USA hevði brúk fyri yvirganginum? Brúk fyri einum høvi, júst sum Pearl Harbor. Í kyniskum stórpolitikki hava 3.000 mannalív ongan týdning sum slík, heldur ikki tíni egnu mannalív, men tey hava stóran týdning fyri næsta leikin í stórpolitikkinum. Tey verða offrað fyri heildina. Og hví sluppu flogrænararnir um borð á flogførini við knívunum hjá sær, hóast smogan í trygdareftirlitinum gjørdi vart við teir?
Kemur tað fram ein góðan dag, at amerikanarar skipaðu sjálvir fyri rokinum tann 11.september 2001, detti eg ikki av stólinum ella vendi mær í grøvini av mistrúgvandi undran.
Vit kunnu antin viðurkenna kristna yvirgangin ella muslimska yvirgangin. Hvørgin er frægari enn hin. Men mátin er ikki tann sami. Tann kristni er sivilseraður og kallast fyribyrging. Tann muslimski er barbariskur og kallast terrorisma.
Hugaligt hevði verið at fingið staðfest eina ferð fyri allar, hví og hvar og nær hetta alt byrjaði. Hvør upprunin er. Hvør gálvaði fyrst. Vita vit tað, er lættari at fata og skilja. Og tað er neyðugt, tí fyribyrgingin og terrorisman og terrorisman og fyribyrgingin, ella í einum orði hevndin, vera so leingi fólk er á jørðini.
Er Bush fittari enn bin Laden? 1000 ungir amerikanarar hava fingið ein ræðuligan deyða í Irak. Hvør sendi teir hagar?