Trimmaðir toftamenn tóku alt við úteftir

Hugburðurin hjá NSÍ var langt frá honum, sum fyrr í summar hevur borið stig, sigrar og oddastøðu við sær

Fótóltur

Tað nyttar lítið at dúva uppá tað, sum farið er, tá fótbóltsdystir skulu avgerast. Hjá NSÍ hevur tað gingið væl størsta partin av kappingarárinum. Hjá B68 royndist tað syndarliga illa nógvu tey fyrstu umførini eftir summarsteðgin.
Sunnudagin sást einki til, at tað hevur verið NSÍ, sum hevur havt undanvind, og at B68 hevur staðið seg so ógvuliga illa. Fyri aðru ferð upp í slag fekk B68 alt, eftir at teir í meiri enn helvtina av tíðini høvdu verið undirmannaðir. Tað er ein ónolla av teimum stóru at missa fólk, og tað er bæði egin styrki og veikleiki hjá mótstøðuliðnum, tá tað í sovornum støðum eydnast at koma undan við øllum.
Longu frá fyrsta bríksli var tað eyðsýnt, at toftamenn høvdu rætta hugburðin, og at heimaliðið hevði ilt við at finna rútmuna, sum teir hava notið so gott av fyrr í ár.
B68 kom á odda í fyrsta rættuliga álopinum, og teir vóru í 1. hálvleiki væl grammari frammanfyri málinum hjá Jens Martini Knudsen, enn teir í NSÍ vóru frammanfyri toftamálið.
Leiðslumálið var av tí slagnum, sum Arsenal skoraði so nógv ár síðsta kappingarár, og tað líktist fleiri av málunum, sum B68 skoraði undan summarsteðginum, tá tað framvegis gekk væl hjá teimum. Øssur Hansen, sum í 4?4?2 útgangsstøðuni var í álopinum saman við Anders Nygaard, legði flatt innfyri úr vinstru, og Arnold Joensen, sum hesa ferð var betri upplagdur, enn hann hevur verið í nøkrum dysti fyrr í summar, var fyrstur á, og stýrdi við nærra stólpan bóltinum í kassan, meðan deydliga miðverjan hjá NSÍ hugdi at.
NSÍ kom ikki á rætta lagið. Arbeiðssemið var ikki, sum tað hevur verið. Miðvøllurin vann ikki nóg nógvar nærdystir, eftiransingarnar vóru ikki nóg neyvar, og í nógv størsta partinum av tíðini høvdu sera væl uppløgdu Messias Perreira og Hans Fróði Hansen tak á Sonna L. Petersen og Óla Hansen.
Sum fyrra umfarið leið, javnaði spælið seg nakað, men tað var ikki fyrrenn Messias varð rikin av vøllinum, at vánirnar tóktust batna hjá NSÍ. B68 spælararnir vóru sera illa nøgdir við dómaraavgerðina. Sonni L. Petersen skuldi renna eftir bóltinum, sum varð sendur eftir miðásinum, men Messias helt fast í troyggjuni Dómarin metti støðuna 25 metrar úr málinum sum upplagdan málmøguleika, meðan B68 ikki metti, at talan var um upplagdan møguleika, m. a. tí bólturin var farin ov langt frá NSÍ manninum.
Men dómaraavgerðin taldi, og so var í 2. hálvleiki lagt upp til, at B68 skuldi royna at verja, og at NSÍ skuldi trýsta fyri at fáa mál og vinna.

Lítið veiggj í
Toftamenn komu ikki á vøllin eftir steðgin bara fyri at verja. Fróiði Benjaminsen varð fluttur í miðverjuna, og Øssur Hansen varð fluttur aftur á miðvøllin. Í fremstu røð stríddist einsamalli Anders Nygaard meiri, enn hann hevur gjørt, síðani hann varð skaddur ímóti KÍ.
Fyritreytirnar hjá B68 at hóðra undan batnaðu nógv beinanvegin. Eftir álop í vinstru lyfti Anders Nygaard bóltin í brotsteigin. NSÍ verjan tóktist hava tak á, men teir misskiltu hvønn annan, og Øssur Hansen takkaði fyri tilboðið. Úr tólv metrum og við høgra beini smekkaði hann í málið til 2?0.
Sum annað umfarið leið, gekk alt meiri fyri seg á B68 helvtini. Ian Højgaard og seinni Djóni N. Joensen vórðu settir á vøllin, men hóast mest sum allir teir reyðu vóru í og kring egnan brotsteig, og NSÍ hevði hissini hornaspørk og okkurt frísparkið, so var tað sjáldan vandamikið. Helgi L. Petersen er ikki so væl fyri, sum hann var í fyrr í summar, Óli Hansen fær ikki upplagdar møguleikar, og hvørki í høgra borði hjá Brynjolvi Nielsen og Gert Langgaard ella í vinstru hjá Jónsteini Petersen og Sjúrði Jacobsen var tað flogið yvir tí, sum tað aðrar ferðir hevur verið.
Stutt undan leikloki gjørdist tað rættuliga spennandi, tá Sonni L. Petersen legði bóltin í tóma B68 málið, eftir at Helgi L. Petersen fyrst hevði stútað í tvørtræið. Men kortini gjørdist tað ongantíð rættuliga vandamikið fyri B68, og so fóru fróðu og leingi sigurstystu uttanfólkini fult lastaði úr um rulliportrið í Rókini, meðan áskoðararnir hjá heimaliðnum eitt sindur nipnir noyddust at staðfesta, at teirra lið sjálvt hevði verið við til at syrgja fyri, at møguleikarnir at vinna gullkrónurnar vóru heilt burtur.
Í B68 viðførinum var steypið, sum toftafólkini Olle, Andreas, Martin, Jógvan Hans Jákup, Óluva og Susan í vikuni høvdu sett út til vinnaran av lokaluppgerðini.

Dysturin í tølum
NSÍ-B68 1-2 (0-1)
0-1: Arnold Joensen 2
0-2: Øssur Hansen 55
1-2: Sonni L. Petersen 86
Dómari: Suni Johansen

NSÍ: Jens Martin Knudsen ? Brynjolvur Nielsen, Arnfinn Langgaard, Pól Thorsteinsson, Sjúrður Jacobsen ? Gert Langgaard, Kári Hansen, Helgi L. Petersen, Jónstein Petersen ? Sonni L. Petersen, Óli Hansen
B68: Michael Kolkozkov ? Marlon Jorge, Hans Fróði Hansen, Messias Perreira, Oleif Joensen ? Arnold Joensen, Fróði Benjaminsen, Jann Ingi Petersen, John Heri Dam ? Anders Nygaard, Øssur Hansen