Trinelena Joensen 80 ár

Í dag, fríggjadagin 17. november, verður Trinelena Joensen í Klaksvík 80 ár. Trinelena var í mong ár heimasjúkrasystir í Klaksvík.

Trinelena er ættað úr Svínoy. Mamman Oluffa fødd Olsen var ættað úr Miðstovuni í Árnafirði, og pápin, Hans Michael Justinussen, var ættaður uppi í Húsi í Svínoy. Oluffa og Hans Michael fingu trý børn – Trinelena (1926), Ólavur (1932) og Guðrun (1934). Guðrun býr í Klaksvík. Ólavur búði í Svínoy. Hann sjólætst 4. juli í 1984, tá ið hann var einsamallur á floti og ikki spurdist aftur.

Sum ung genta var Trinelena á háskúlanum. So tænti hon hjá Jenny og Jóhannes Gaard í Klaksvík, hjá Miu og Søren Meinhard Justinussen í Havn (hann var pápabeiggi Trinelenu), og áðrenn hon fór at læra, ansaði hon eitt stutt skifti børnunum hjá Lomholdt, sum vóru læknahjún í Klaksvík og búðu í læknaíbúðini á loftinum á sjúkrahúsinum.


Í nógv ár bar tað til at læra til sjúkrasystir á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Trinelena var millum teirra, sum lærdu har. Hon var liðug við útbúgvingina í 1950. Hon suppleraði, sum tað varð tikið til, á Sankt Hans hospitalinum á Amager og á føðiklinikkini, sum Astrid á Rógvi hevði úti í Søborg.


Trinelena giftist 27. desember 1953 við Hans Jacob Joensen, sum var ættaður úr Heimistovu í Svínoy. Tey búsettust í Klaksvík, har tey keyptu hús tætt niðri við Ósánna og mitt í býnum. Har hevur altíð verið vítt til veggja og høgt til loftið.


Trinelena og Hans Jacob fingu fýra børn – Anna (1954), Páll (1959), Óluva (1963) og Jóna (1968).


Hans Jacob, sum doyði 19. februar í 1998, var sjómaður alla sína tíð. Í fimmti árunum og fyrst í seksti árunum var Trinelena nógv við hús og viðhvørt avloysti hon á sjúkrahúsinum. Í 1964 fór hon at arbeiða sum heimasjúkrasystir í Klaksvík, og í tí starvinum var hon alla sína tíð á arbeiðsmarknaðinum. Tá ið hon náddi pensiónsaldri, fór hon úr fasta starvinum. Men hon hevur dugnað heilsusystraskipanina so mangan síðani, og tað er ikki longri síðani enn næstsíðsta summar, at Trinelena arbeiddi sum heilsusystir.


Tað er so nógv, sum er øðrvísi nú, enn tað var fyri lítlari hálvari øld síðani. Nógvu tey fyrstu árini, tá ið Trinelena súkklaði kring býin sum sjúkrasystir, var hon einsamøll um at røkja hesa uppgávuna. Tað skuldi eitast, at hon átti sínar frídagar. Men tað var uppgávan, sum taldi, og oftast var eingin avloysari. Hon arbeiddi so at siga hvønn dag – gerandis og heilagt – og bæði árla og síðla. Stillfør, uppofrandi, trúføst og fakliga dugnalig røkti hon sín setning og varð partur av býarmyndini.


Trinelena býr saman við yngstu dóttrini í miðbýnum. Jóna klárar seg ikki sjálv, og tað hevur altíð verið so hugtakandi og vakurt at síggja, hvussu væl Trinelena og Hans Jacob, sáli, hava tikið sær av Jónu.


Hóast avlopstíðin neyvan mundi vera so nógv, so hevur Trinelena havt nógv frítíðarítriv. Henni hevur dámað væl at fingist við hondarbeiði, og eitt nú hevur tað ligið væl fyri hjá henni at virka føroyskar búnar. Í nógvar vetrar gekk hon í kvøldskúla.


Svínoyingar, sum eru føddir í tjúgunum og fyrrapartin av tríati árunum, hava dugað væl at svomið. Hjalmar Hátún, sum var lærari har úti, kendi stóra ábyrgd fyri at læra børnini at svimja, og Trinelena var millum heilt góðu svimjararnar. Hon hevur eisini svomið nógv, síðani klaksvíkingar í 1974 fingu svimjihøll, og Trinelena vitjar framvegis hvørja viku í svimjihøllini.


Familjukær og umhugsin hevur Trinelena altíð verið. Føðingardagin heldur hon heima við hús, og vit øll senda henni hjartaligar heilsanir og ynskja henni og hennara alt tað besta.                     

Jóannes