Trivaligur heimasigur í Vági

VB-kvinnurnar vunnu sín triða sigur hetta kappingarárið.

Gomul mynd

Í Vági var dystur í Hvonndeildini, sum varð spældur ímillum VB og Stjørnuna. Hesi lið eru ávíkavist nummar fýra og seks í bestu, kvinnuligu hondbóltsdeildini, sum eisini merkir, at tey eru ávíkavist triðaftast og aftast í deildini. Hvonndeildin telur seks lið.

 

Undan dystinum í dag hevði VB bert ognað sær tveir sigrar og fýra stig í hesum kappingarárinum, men hetta varð broytt í dag. VB vann nevniliga heili 37-27 í dagsins dysti. Hálvleiksstøðan var 18-9 til VB.

 

Málskjúttarnir vóru hesir:

 

VB: Danijela Mistric 15, Ingrida Kyodyte 6, Svava Vestergaard 6, Rúna M. Jacobsen 2, Una Nolsøe 3, Helga Kjærbo 2, Gurið K. Mortensen 2 og Carol Symphor 1.

 

Stjørnan: Hervør Olsen 7, Jansy Jacobsen 6, Tóra Eliasen 5, Simona Florea 3, Martha Beljic 3, Judit Hansen 1, Una Váðklett 1 og Ella Petersen 1.

Gomul mynd

Gomul mynd

Gomul mynd

Gomul mynd

Gomul mynd