Trivaligur sigur til HB á Eiði

Fótbóltur: Gomlu menninir á næstbesta HB-liðnum klára seg bara væl. Um vikuskiftið var tað EB/Streymyr, sum fyri tørni, og HB vann 5-2

HB vann 5-2 norðuri á Eiði leygardagin, men hóast HB var betra liðið, var sigurin í størra lagi, og tað var ikki fyrr enn móti endanum, at avgerðin fall.

Havnarliðið, sum aftur hesaferð hevði fleiri av veteranunum á liðnum, eitt nú Gunnar Mohr, Inga Rasmussen og Jóannes Jakobsen, var betri í fyrra hálvleiki. Teir løgdu trýst á heimaliðið, men megnaðu tó ikki at skapa so nógvar kjansir.

Teir fingu kortini tvey mál fyrstu 45 minuttirnar. Pætur Dahl setti hol á eftir miseydnaða rangstøðufellu, og Jákup Lamhauge økti við góðum fluktara eftir innlegg.

Í seinna hálvleiki gav EB/Streymur HB enn eitt mál, tá ein »Jesper Olsen«-sending endaði hjá Eyðstein Simonsen, sum hevði lætt spæl.

So var 3-0, og dysturin sá út til at vera avgjørdur. Men sundalagsmenninir góvu ikki skarvin yvir.

Teir fingu vónina aftur, tá Haldór Joensen við einum góðum máli minkaði til 1-3. Fríspark varð sent innfyri, og Haldór rann í bóltin og sneiddi hann við høvdinum framvið málverjanum.

Og teir komu eisini upp á 2-3, tá sami Haldór Joensen fekk fatur á einum langum bólti og skoraði.

Heimaliðið fekk trúnna aftur, men enn ein miseydnað rangstøðufella elvdi til, at verjuspælarin Knút Vesturtún noyddist at toga í neyðbremsuna, og fyri tað fekk hann sum vera man reyða kortið.

Hetta bleiv ov nógv fyri teir hjá EB/Streymi. Minni enn tíggju minuttir vóru eftir, tá útvísingin kom, men HB fekk tvey mál afturat, sum Kristian Eli Andersen og Eyðstein Simonsen syrgdu fyri.

HB er nú nummar trý í 2. deild og hevur vunnið tveir teir seinastu dystirnar eftir ringu byrjanina móti NSÍ.

EB/Streymur datt hinvegin niður á aftasta plássið. Teirra næsti dystur er í Hvalba, og tað er ikki nøkur løtt uppgáva hjá liðnum, sum var umboðað í 1. deild í 1994 fyri higartil einastu ferð.