Trivnaðarráðgevi fær ikki arbeitt

Skúlar kunnu ella vilja ikki brúka Onnu Dalsgaard og hennara serkunnleika sum trivnaðarráðgevi, tí hon virkar á privatum grundarlagi Fyri umleið tveimum mánaðum síðani byrjaði Anna Dalsgaard at arbeiða sum trivnaðarráðgevi innan skúla- og dagstovnaøkið, men alt hevur ikki gingið eftir ætlan.

-Hendan fyrsta tíðin hevur verið merkt av sera stórum áhuga millum fólk, bæði foreldur, lærarar og pedagogar. Eisini eru nógvir skúlanæmingar áhugaðir í at hoyra um, hvat eg geri, sigur Anna Dalsgaard við Skúlablaðið.

Í sambandi við sjálvt ráðgevingararbeiðið er Anna Dalsgaard kortini ørkymlað. Hon sigur, at nógv foreldur hava vent sær til hennara, tí barn ella børn teirra hava tað trupult í skúlanum. Børnini verða happað og foreldrini kenna tað, sum at einki munagott verður gjørt til tess at bøta um støðuna.

-Tá hesi foreldur venda sær til mín fyri at fáa hjálp og vegleiðing, komi eg í eina tvístøðu. Av tí at mítt virksemi er á privatum grundarlag og ikki inni í etableraðu skipanini, er í løtuni eingin myndugleiki, sum vil rinda kostnaðin av hesum. Ein annar trupulleiki er, at tá eg ikki eri í etableraðu skipanini, so tora, vilja ella kunnu skúlar ikki at brúka mín serkunnleika. Skúlarnir skulu brúka teirra ?kanalir? og har felli eg uttanfyri, sigur Anna Dalsgaard við heimasíðuna hjá Skúlablaðið.