Trivnaður á breddan

Starvsfólk í Tórshavnar kommunu skulu trívast og eigur trivnaður tí at verða eitt raðfest øki.  Trivnaður er sambært cand. psyk. Per Schultz Jørgensen eitt vítt hugtak og merkir millum annað, at tað einkulta menniskja hevur kensluna av orku, ágrytni, at vera virkið, at merkja samveru og gleðast um lívið.

Sum arbeiðsgevari skal tú sjálvandi hava nøkur krøv um dygd av útførdum arbeiði men uttan starvsfólkarøkt, so verður úrslitið hareftir. Um starvsfólk trívast á arbeiðsplássinum, so hava tey lættari við at útinna arbeiðið, tað sigur seg sjálvt. Tí má tað fyri tað fyrsta verða nokk av hondum at útynna arbeiðið, so kenslan um ikki at megna allar arbeiðsuppgávur verður burtur, starvsfólk mugu hava tíð at gera tað, tey duga allarbest, møguleiki skal verða fyri at førleikamenna seg, rætturin til at arbeiða fulla tíð við eini sømuligari løn skal virðast, samvera millum starvsfólk skal raðfestast og starvsfólk skulu kenna sína leiðslu.

Tí vil eg mæla til at Tórshavnar kommuna sum arbeiðsgevari setur sær fyri:

- At uppnormera starvsfólkahópin á dagstovna- og eldraøkinum, vit kunnu ikki góðtaka at nýggjar arbeiðsuppgávur t.d. verða álagdar uttan at hægri normering og upplæring fylgir við.

- At leiðslan á teim ymisku arbeiðsplássunum ger trivnaðarkanningar av og á, bjóðar supervisión eftir tørvi og er meira sjónlig. Kannast skal, um fjarleiðsla veruliga er betur enn nærleiðsla!

- At gera tað møguligt fyri starvsfólk at førleikamenna seg, soleiðis at dygdin verður tann besta. Tórshavnar kommuna skal viðvirka til at starvsfólk fáa løn svarandi til arbeiðsbyrðu.

- At raðfesta samveru á arbeiðsplássinum við starvsfólkatúrum og øðrum hugna og tað ger onki at starvsfólk fáa eitt tinganest í jólagávu.

Starvsfólk í Tórshavnar kommunu skulu verða nøgd og skulu hava møguleika at siga og hava eina meining, vit skulu stremba eftir at fáa vælútbúgvin og ágrýtin starvsfólk við nógvari orku og tí skulu og mugu vit raðfesta starvsfólkarøkt!

Hetta er veruliga nakað eg vil raðfesta um eg komi í býráðið!

Sára Gullfoss,

valevni Javnaðarfloksins til kommunuval 10. november 2020