? Trol hava altíð havt mín áhuga

Kristian Hansen og hinir netamenninir hava allir somu bakgrund: Teir eru fiskarar, og hava tí nógv felags áhugamál

Eitt av starvsfólkunum á Vónini er Kristian Hansen. Kristian er búsitandi í Nólsoy, og ferðast tískil til Havnar at arbeiða hvønn dag.
Hann byrjaði á "Vón-ini" 1. apríl í 2002, og er sera fegin um arbeiðið, og ikki minst arbeiðsplássið sum hann er væl nøgdur við.
Áðrenn hann byrjaði her róði hann út í trý ár, og frammanundan tí var hann við trolara. Og hagani hevur hann góðan kunnleika til, hvussu ein arbeiðir við einum troli, og hvussu ein bøtir umborð og annað í tí sambandinum.
At Kristian byrjaði á Vónini fyri hálvum triðja ári síðani kom einamest av hansara áhuga fyri júst trolum.
- Skal eg siga sum er, so hava trol altíð havt mín áhuga, sigur Kristian.
Hann fór til skips í 1969 við einum línubáti, og var seinni m.a. umborð á teimum sonevndu "Cuba-trolarunum" og við "Beinir". Tá hann so varð spurdur um hann hevði hug at arbeiða á Vónini, tók hann av.
Liðugt í hesi vikuni
Henda fríggjadagin í farnu viku, tá Sosialurin vitjaði á Vónini var Kristian, saman við nøkrum av starvsfelagum sínum, í ferð við at gera tveir posar til grønlendska trolaran "Sisimiut". Hetta arbeiðið skuldi verða liðugt í hesi vikuni.
- Sum nú er, so mangla vit bara ein dag til arbeiðið er liðugt, sigur hann.
Teir sita á gólvinum á serligum stólum við hjólum, so lætt er at flyta seg runt. Og teir geva sær eisini tíð til eitt prát, samstundis sum teir arbeiða.
- Hetta eru alt fiskarar, og tí hava vit nógv at práta saman um, meðan vit arbeiða, sigur Kristian.