Trolararnir fiskað hálva kvotuna á Flemish Cap

Trolararnir hava fiskað 1.538 tons og línuskipini 599 tons.

Teir fýra trolararnir, sum fiska av kvotuni á Flemish Cap, høvdu til í gjárkvøldið fiskað tilsamans knappliga 1.538 tons ella næstan helvtina av heildarkvotuni, sum er 3.246 tons. Tey trý línuskipini, sum higartil hava roynt á Flemish Cap, hava fiskað tilsamans 599 tons.

 

Brestir og Sjagaklettur hava verið inni í Saint Pierre og landað ávikavist 443 og 370 tons, Vesturleiki er inni nú og landar 358 tons, og Phønix, sum umskipar fiskin umborð á Ran, hevur fiskað 366 tons.

 

Av tí at føroysk skip eru útihýst úr kanadiskum havnum, noyðast trolararnir til Saint Pierre at landa. Tað økið er franskt, men tað tekur umleið tvey samdøgur at sigla hvønn vegin.

Av línuskipunum hevur Kambur fiskað mest, 220 tons, Klakkur hevur 191 tons inni, og Váðasteinur hevur fiskað 188 tons higartil.