Trolbátar seldu væl

Eftir at høgtíðirnar eru av, og streymviðurskiftini eru batnandi, fara línuskipini nú útaftur. Nøkur skip loystu í gjár, og onnur loysa í dag. Trolbátarnir Hansa Maria og Búgvin, sum báðir byrjaðu túr millum jól og nýggjár, landaðu á Toftum í gjár. Teir høvdu umleið 20.000 pund hvør.

Eini 80 prosent av veiðini hjá bátunum var havtaska og sum skilst, seldu Hansa Maria og Búgvin fyri út við 300.000 krónur hvør.

Harry Benjaminsen á Landingarmiðstøðini á Toftum sigur, at línuskipini Kambur og Eystnes loystu í gjár, og í dag loysa væntandi línuskipini Vesturhavið Blíða, Sigmundur og Morgunstjørnan.

Streymurin hevur verið harður, men nú rákið linkar, og hann sigur hampiliga gott veður, væntar Harry Benjaminsen, at fleiri útróðrarbátar eisini fara at loysa.

- Eg vænti, at menn eru svangir, nú høgtíðirnar eru av, og líkindi eru at loysa bátarnar aftur, leggur hann aftrat.