Trolbátarnir fiska tosk norðanfyri

Fiskiskapurin hjá partrolarunum er aftur smáligur, men flestu pør eru til fiskiskap.

 

Flestu partrolarar eru til fiskiskap í løtuni, men sagt verður frá smáligum fiskiskapi. Partrolararnir koma inn at landa, sum næsta vika gongur.

Tríggir djúpvatnstrolarar eru eisini til fiskiskap. Ein fiskar tosk og hýsu, ein fiskar kongafisk, og ein fiskar stinglaks. Allir koma at landa í næstu viku.

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at allir trolbátarnir uttan ein fiska norðan fyri. Teir fáa mest at toski og nakað av hýsu og flatfiski.

- Væntandi er, at flestu trolbátar koma inn at landa fyrst í vikuni sum kemur, verður lagt aftrat.

Trý garnaskip fiska svartkalva, og fiskiskapurin hjá garnaskipum er heldur frægari nú. Tveir landa mánadagin, og hin triði kemur inn at landa í endnum av næstu viku.