Trolfiskiskapurin aftur slakari

- Flestu partrolarapør eru til fiskiskap, men fiskiskapurin eftir upsa er ikki góður í løtuni.

- Flestu partrolarapør eru til fiskiskap, men fiskiskapurin eftir upsa er ikki góður í løtuni. Skipini fáa eisini nakað av hvítum fiski.

 

Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at partrolararnir koma inn at landa, sum næsta vika gongur.

 

Í gjár vóru allir djúpvatnstrolararnir til fiskiskap, og teir koma væntandi inn at landa, sum næsta vika gongur. Djúpvatnstrolararnir fiska á Rygginum og á djúpum vatni. Teir fáa tosk, svartkalva, kongafisk og blálongu.

 

- Allir teir smáu trolbátarnir eru til fiskiskap. Teir eru allir á Skeivabanka og fiska havtasku. Teir fáa eisini eitt sindur av upsa og toski. Teir koma helst allir inn at landa í vikuni sum kemur.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey eisini at siga, at eitt garnaskip kemur inn at landa mánadagin, og eini tvey ella trý onnur skip koma helst seinni í vikuni.

 

- Fiskiskapurin hjá garnaskipunum er misjavnur, verður lagt aftrat.