Troling í 100 ár

Í 1898 høvdu trolarar roynt undir Íslandi í eini átta ár, við so mikið góðum úrsliti, at bretar vóru farnir at smíða trolarar, sum burturav vóru ætlaðir til fiskiskap í Norðuratlantshavi. Føroyingar vóru fullvísir í, at hesin veiðiháttur ongan møguleika og onga framtíð hevði á okkara leiðum. Tí kom tað sum ein øgiligur skelkur, tá trolarar í tíggjundatali næstan frá einum degi til tann næsta løgdust á grunnarnar summarið 1898.

Tað vóru nógvar gitingar tá, hvussu hetta bar til, og somu gitingar hava verið endurtiknar síðani. Í hesi frásøgn verður roynt at greiða frá, hví trolingin byrjaði, júst tá hon byrjaði, og hví hesin veiðiháttur ikki var møguligur fyrr enn tá.



Tað var fólkateljing í 1901, og, sum vanligt hevði verið, fór hon fram 1. februar. Hesa ársins tíð var alt mannfólkið heima, men var tað kortini soleiðis, at onkur var burturstaddur henda dagin, varð viðkomandi skrivaður á ein eykalista, sum greiddi frá so væl sum gjørligt, hvar hon ella hann vóru stødd, og hvat tey gjørdu.

Um vestmenningin Jógvan í Innistovu varð sagt, at hann var ³Ombord i Damptrawler Sethon af Grimsby.²

Hesa næstsíðstu fólkateljing á Víkum í Vágum búðu har tá 11 fólk. Men um Víka Rasmus vistu tey ikki við vissu at siga, hvar ið hann var. ³Midlertidigt Opholdssted: Ubekjændt². Í Sørvági segðist, at Sørvágs Andras var staddur í Vestmanna. Men felags fyri hesar tríggjar var, at teir allir sigldu við trolarum úr Grimsby, soleiðis sum fleiri aðrir við teimum.

Á Víkum hevði Víka Rasmus sitið á fremstu røð og eygleitt ránsveiðuna hjá bretsku trolarunum innan fyri og uttan fyri mark og í sigling inn á Vestmanna og út aftur. Henda fjarskotna landbúnaðarbygdin hóskaði ikki inn í nýggja tíðarmynstrið, nú hálvt hundrað ár eftir at einahandilin var avtikin. Sørvágur var vaksin øgiligt seinastu árini, nú útróðurin hevði fingið so týðandi leiklut í samfelagnum, og nøkur ár seinni, tá onki fólk var eftir á Víkum, búðu nógv av teimum í Sørvági.

Tað var ikki rætt, at Sørvágs Andras var í Vestmanna henda 1. februar. Men tað var kortini ikki heilt burtur við, tá Løvu Jógvan, sum var ein av trimum, sum taldu í manntal, skrivaði soleiðis. Ongilsku trolararnir undir Føroyum høvdu sínar føstu høvuðsstøðir, onnur var í Vestmanna og hin í Fuglafirði. Eisini trolarar, sum royndu undir Íslandi, løgdu javnan inn her. Eysturoyar sýslumaður flutti í 1901 úr Søldarfirði til Fuglafjarðar, og áður var sýslumaðurin á Streymoynni fluttur úr Havn til Vestmanna.

Blaðið Fuglaframi hjá Sverra Paturssyni hevur hesa lýsing av Vestmanna árið 1901, júst um tað mundið, tá fólkateljingin var, nú broytingin frá bóndasamfelag til fiskivinnusamfelag gekk við rúkandi ferð: ³...eingin bygd í Føroyum hevur betur skipahavn. Bygdin hevur eisini rætt góð líkindi í mangar ættir til at kunna halda seg sum ein av Føroyars høvusbygdum í komandi tíðum. Skipaferðslan er stór, ikki bert av tí, at havnin er av teimum bestu, men eisini tí at hon er einasta góða havn, íð nærhendis er. Ein stórur partur av norðanfiskiskipunum liggur har um veturin og útlendsk fiskiskip sigla inn og út í heilum. Vestmanna vann fyri kortum nógv við at har bleiv sýslumansetur.

Liviligt er plássið nú. Útróðurin hava Vestmenningar frálíkan, og á landinum geva tær tvær støðirnar nógv arbeiði, sum har eru til at gera skip aftur. Nógvur peningur forvinst eisini við at selja agn til útlendsk línuskip.....

Har lá ein stórur kassi og fleyt í vatnskorpuni við tað stóru upphálingsstønna í Heyganesi. Mær var sagt at hann var fullur av livandi murti. Tað er ov stórur ómakur við at kasta nót hvørja ferð eitt skip kemur inn eftir agni. Tí fanga teir seið og murt niðurfyri og goyma veiðuna livandi í kassum á sjónum; soleiðis eru teir altíð tilreiðar at lata til skipini, sum geva 6-7 shillingar fyri tunnina av livandi murti. Yviri á Váli, sum krengjustøðin er, hava teir eisini eitt nótafelag, sum kastar eftir agni.

Vestmanna er einasta bygdin utan fyri Havnina sum hevur gistingarhús.²

Tá tað í hesum greinastubba frá 1901 verður skrivað um ta góðu havn, sum Vestmanna hevur, skal havast í huga, at tað ikki er atløgubryggja, meint verður við, tí ein tílík var ikki til. Ein góð skipahavn tá í tíðini var ein kyrr vág, har skip og bátar rímiliga trygt kundu liggja fortoyað veturin yvir.



Í part við fíggindan


Fyri smámannin var Grimsby porturið út í stóru verð. Ikki Keypmannahavn, ikki Leith ella aðrir býir, sum regluligt ferðasamband var við. Og ferðasambandið við útheimin um aldarskiftið var merkiliga gott. Fuglaframi hevur eitt yvirlit yvir leiðirnar í 1899 og kemur til tað úrslit, at samband er við útheimin yvir 70 ferðir hetta árið. Hetta høga tal kemur av, at skip, sum sigla upp á Ísland, seta inn í Føroyum á vegnum, men eisini strandfaraskipið Smiril hjá Mortensensmonnum ger einstakar ferðir til Íslands, Skotlands og Keypmannahavnar.

Hetta vóru kortini ikki farleiðir, sum smámaðurin valdi sær. Teir sum ætlaðu sær út í stóru verð, fóru við slupp til Grimsby. Eins og Klondike uppi í Kanada júst hetta tíðarskeið dróg fólk til sín úr øllum herðashornum sum ein magnet, so var Grimsby gullgravarabýurin í okkara lítla parti av verðini. Tað gekk sjón fyri søgn, hvørji ófatilig ríkidømi vórðu førd undan Føroyum og Íslandi niður til bretska imperiið við Victoriu drotning á trúnuni, Queen of Great Britain and Ireland and empress of India. Hetta heitið sigur tó als ikki frá øllum hennara veldi. Her verður onki nevnt um tey mongu hjálondini, sum lógu til trúnuna. Og júst um aldarskiftið førdu bretar eitt ófantaligt kríggj sunnast í Afrika, tað sokallaða Boarakríggið, tá hin seinni so navnframi Baden-Powell legði lunnar undir skótarørsluna.

Ongilsku trolararnir, og trolarar úr øðrum londum við, fiskaðu nakrar dagar, halaðu og spulaðu meginpartin av fonginum út aftur gjøgnum lensiporturini og avreiddu restina fyri ein prís, sum gav líka nógv, sum ein slupp fiskaði fyri eitt heilt ár. So stórur var vinningurin tey fyrstu árini, at bretar nú bygdu trolarar beinleiðis ætlaðir til fiskiskap í Norðuratlantshavi.

Ein løgtingsnevnd kemur í 1898 til tað úrslit, at bruttovinningurin hjá einum trolara er 10.000 krónur um mánaðin. Dimmalætting veit at siga heystið sama ár frá tveimum trolarum, sum løgdu inn á Havnini á veg á marknað undan Íslandi, at teir vænta sær 7.200 krónur fyri veiðuna, og at teir hava fiskað í 14 dagar. Blaðið leggur aftrat, at bert fá føroysk skip hava fiskað fyri tað sama alt árið. Beint undan jólum er ein týskari á Havnini. Hann hevur roynt undir Føroyum í tríggjar dagar, og eisini hann væntar sær 7.200 krónur, tá hann fer at selja í Hamburg.

Føroyskir pengamenn høvdu ongan møguleika at leggja í vaði. Ein nýggjur trolari kostaði um aldarskiftið 100.000 krónur, og har afturat kravdi hvør túrur stórar íløgur til kol, ís, viðlíkahald og trolgreiðir. Smámaðurin hevði bert tann eina møguleikan: at fara í part við fíggindan. Ongin fann gull og ongin spann gull. Tað vóru ikki fiskimenn, sum fingu ágóðan av ránsveiðuni, og teir flestu mundu klára at spandera tey súrt tjentu oyruni millum túrar. Men okkara landsmenn har niðri sluppu burtur úr naggatódnini, um ikki annað. Og sjálvt um teir sjálvsagt ongantíð vóru í landi samstundis, so vóru teir ofta so nógvir saman í senn, at tað bar til at fara upp á gólv og sláa ring, og mangan gekk dansurin lystiliga.

Tá Sørvágs Andras, Víka Rasmus og Jógvan í Innistovu komu til Grimsby veturin 1900-1901, vóru har longu ein rúgva av føroyskum fiskimonnum, og fleiri komu. Summir búðu har, meðan aðrir sigldu fast út frá býnum. Niclas í Sjúrðhúsi og svágur hansara Eiðis Jóan Pauli. Hans Mikal hjá Heindrikki, bróður Eiðis Jóan Paula. Jóhan í Toftum, Jóan Frederik í Leynum, Anton í Vík, fyri bert at nevna nakrar, sum seinni vóru við til at leggja lunnar undir føroyskari trolaravinnu, og sum vit finna aftur umborð á Lord Alfred Paget, Atlantu, Dannebrog, trolarum hjá Christian Evensen og umborð á suðuroyartrolarunum 1920 árini.

Umframt teir, sum búðu meiri ella minni fast í Grimsby, komu eisini ein hópur av føroyingum í stytri ella longri tíð. Summir við eini saltfiskalast, aðrir við eini last av livandi fiski. Ella fyri at keypa eina slupp. Eitt nú var sørvingurin Harald hjá Elsu meiri enn ein túr í Grimsby árið 1900 við dammsluppini Livingstone. Hesar túrar niðri kom hann í hóslag við ein foreldraleysan 9 ára gamlan smádrong, sum plagdi at halda til niðri við havnarlagið. Harald og drongurin gjørdust vinmenn, og endin var, at drongurin kom við Haraldi til Sørvágs. Eisini hann varð skrivaður á manntalslistan, tá fólkateljing var í 1901. Drongurin varð verandi í Sørvági í fleiri ár.


Flatfiskastovnarnir minka


Millum føroyingarnar í Grimsby vóru navnframir skiparar og deksfólk av øllum slag, trol-, línu-, og snørismenn. Og allir vóru teir spesialistar á einum øki, har ongilskmenn formáddu sær lítið. Teir vóru allir uttan undantak serkønir í kynstrinum at flekja og salta fisk. Og slíkum fólki fór at vera brúk fyri, nú bretar nærum høvdu oytt allar tær kendu leiðirnar fyri flatfisk og vóru trýstir at umleggja veiðimynstrið. Streymurin av know-how, sum tað fór at eita nógv ár seinni, var ikki bert einvegis henda vegin, men sum í hesum føri eisini hin vegin.

Longu í mai mánað 1900 skriva Føringatíðindi, at ³Nógv av tí unga mannfólkinum fer við eingilsku trolarum, sum geva flekingarmonnum góða løn - 100 kr. um mánaðin aftrat parti av livur og rognum - Av teim góðu vónum um saltfiskaprís verður nú saltað tann fiskur, sum trawlarnir fyrr tveittu fyri borð, so at hann ikki skuldi taka upp rúmið fyri fiski, ið hevði meiri virði til at ísa.²

Hesir menn kundu sum onki manna bæði ein og tveir trolarar, um tað ikki var fyri tann eina spurningin, sum lá í buktini. Her var ongin maskinmaður millum teirra. Hetta var eini 4-5 ár, áðrenn menn fóru í holt við motordrivnan útróður, og tvøroyrarsluppin Ingrid fekk motor. Føringatíðindi skriva í januar 1899 - ikki uttan stoltleika - at nú eru 5 dampmaskinur í landinum og nevna hvørjar tær eru: Sleipistøðirnar í Vestmanna og í Trongisvági hava ³dragimaskinur, sum ganga við guvukraft .... og umframt maskinurnar á guvuskipunum, ³Smiril² og ³Føringur², er ein guvumaskina í fabrikshúsinum í Rættará.²

Havið kring Føroyar og sjógvurin millum oyggjarnar íddi av dampdrivnum førum. Her stimaðu aftur og fram allir teir útlendsku trolararnir og línubátarnir, og teir vóru ikki bara bretskir. Farma- og ferðamannaskipini til og úr Føroyum og Íslandi, og tey vóru merkiliga nógv hetta tíðarskeiðið. Norsku hvalabátarnir og danska kanónskipið, sum tað varð kallað, sjóverjuskipið Guldborgsund, sum tó gjørdi lítlar skreytir eftir vanligari hugsan. Heimahoyrandi í Føroyum vóru bert Smiril og Føringur, og har vóru útlendingar maskinmenn. Fyrsta jarnbygda og dampdrivna fiskifarið, línubáturin Grani, kom veturin 1902-03. Mest varð hann brúktur sum farmaskip, men onkuntíð var hann til fiskiskap. Grani hevði spæl umborð, tá hann varð keyptur, men tað fyrsta, teir gjørdu, áðrenn báturin fór í drift, var at skraða spælið úr honum og fáa tað í land.



Heimildir:

Føringatíðindi 1899, 1900

Fuglaframi 1899, 1901

Løgtingstíðindi 1898

Dimmalætting 1898

Siglingarsøgan

Skjalasavnið

Gils Guðmundsson: Togaraøldin 1.