Felagið Trolskip hevur gjørt egið tilmæli um niðurskurð í fiskidøgum, sum felagið mælir til at seta til 10 prosent fyri teirra skipabólk
SKRIV FRÁ FELAGNUM TROLSKIP
?Felagið Trolskip, ið umboðar partrolararnar, hevur havt fund, nú uppskot um broyting í lógini um vinnuligan fiskiskap, er komið frá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum.
Vit hava viðgjørt tann partin av uppskotinum ið umfatar partrolararnar, og eru komnir til hesa niðurstøðu.
Felagið metir tað ógvuliga umráðandi, at føroysk fiskivinna er burðardygg, og um fiskidagaskipanin verður umsitin rætt, er hettar besta skipanin fyri land og fólk.
Umráðandi er, at eyga verður hildi við effektivitetsbroytingum, og at tað er hettar ið er avgerðandi fyri, um dagarnir skulu økjast ella minkast.
1. FISKIDAGATAL. Sæmbart uppskotinum, skulu fiskidagarnir hjá partrolarunum skerjast við 20%. Eftir okkara bestu sannføring, eigur hettar at verða 10%. Hettar koma vit fram til, við meting av veiðievnunum hjá hvørjum einstøkum pari í dag, í mun til tá skipanin byrjaði í 1996.
Tá henda stilling er gjørd, meta vit at skipanin er komin á beint aftur,og eigur einki at verða gjørt aftur, fyrr enn prógv eru fyri at veiðievnini hjá flotanum eru broytt.
2. FØROYA BANKI. Tilmæli frá fiskirannsóknarstovuni er at friða alt innanfyri 200 metur.
Tað er júst tað, ið er galdandi fyri partrolararnar í dag.
Fiskimálastýri mælir til at friða niður til 400 til 800 metur, og harvið steðga øllum upsafiskiskapi í økinum. Hettar verður gjørt við atliti til toskin, hóast so gott sum eingin toskur fæst frá 200m og úteftir.
Tað er ræðandi og sáar mistreysti, at verða vitni til slíkt ábyrgdarloysi og manglandi vitan um hesi viðurskifti.
3. KASSI E NÓLSOYARBANKIN. Hettar er eitt tíðandi øki fyri partrolararnar um várið
viðvíkjandi upsaveiði. Orsøkin til at steingja henda kassan er, at bátar til tíðir fáa nakað av toski inn móti 12 fjórðingum. Tað er meiningsleyst at steingja allan kasssan av hesi orsøk. Um steingjast skal, má tað verða øki millum holi og 12 fjórðinga marki ið skal steingjast.
Vinarliga Trolskip?