TROM útvald á Berlin Film Festival

Røðin er útvald og komin víðari til sonevnda seriumarknaðin.

Krimirøðin TROM, ið hevur sín uppruna í krimibókunum hjá Jógvani Isaksen, og sum varð tikin upp í Føroyum í fjør, verður í næstum sýnd á Viaplay.

 

Røðin, har Olaf Johannessen hevur ein av høvuðsleiklutunum, er í hesum døgum við á Berlin Film Festival. Og fólkini aftanfyri framleiðsluna av TROM fegnast um, at røðin er útvald og komin víðari til sonevnda seriumarknaðin.

 

Altjóða Film Festivalurin í Berlin verður mettur millum týdningarmiklu film festivalarnar, og hevur verið hildin síðani 1951.

 

Høvuðsheiðurslønin á festivalinum er Gullbjørnin og verður henda heiðursløn givin í trimum ymsum flokkum.