Tað var hvørki nýskapandi ella avbjóðandi, táið Trond Erics spældi á innipallinum í Kelduni. Tað var góður gamal dansibandstónleikur við øllum, sum har til hoyrir.
Ein steðgur uppá ein tíma var í skránni, meðan dansibandið úr Noregi gjørdi klárt á innipallinum. Tí eisini teir máttu innum at spæla vegna veður. Og endiliga komu Trond Erics. Teir bera framvegis hetta navnið, hóast Trond Erik Grundt sjálvur ikki er við longur.
Hóast tónleikurin var nokkso sterilur og broyttist lítið, so spældu teir heilt væl. Og fólkinum tyktist eisini at dáma tað væl. Høvuðsorsøkin til hetta var kanska, at teir fyri tað mesta spældu sangir, sum tey flestu kenna úr samkomuhøpi. Og hesir vóru spældir einfalt og beinleiðis, so tað var ikki trupult at fáa fólkið at vera við uppá tað.
Forsangarin var ein ungur maður, sum sang ordiliga væl. Hann hevur djúpa smørrødd, sum eisini kundi fara høgt. Hann sá eisini gott út. Sum onkrar gentur søgdu ? hann er lekkur! Og so er hann við í Trond Erics. Stuttligt.
Lisa Fredriksberg var gestasangari í tveimum sangum. Tey sungu sangin ?Spejlbilde? í góðum gomlum Melodi Grand Prix-stíli við saxofon og øllum. Bassspælarin skift bassin út við saksofon og gittarspælarin fekk sær eina harmoniku, og so endaðu tey showið við ?I Believe? - einum mergjaðum slagara á enskum.
Hóast tað var uttan Trond Erik, so var tað framvegis nokkso grunt. Men tað var einfalt og kent, so fólkini fingu tað, sum tey væntaðu og vildu hava.
Oddur á Lakjuni