Tróndur Bogason í uppskoti til Norðurlendsku Tónleikaheiðurslønina

Tá Pekka Kuusisto og Teitur í dag spældu á Spot festivalinum, vórðu tey 11 tilnevndu verkini kunngjørd.

Tá Pekka Kuusisto, sum vann í fjør,  og Teitur í dag spældu á Spot festivalinum, vórðu tey 11 tilnevndu verkini kunngjørd.

Temaið fyri verk í ár er, at verkið hevir greiðan struktur og form, sum innihalda element, ið verða skapað undir framførsluni. Hetta setir høg listarlig krøv, og at verkið, innan sína tónleikagrein, kann sigast at vera egið ella originalt.

Tilnevnd eru:

Danmark

Balladeering-Time-December Song” , Jakob Bro

"Black Box Music" , Simon Steen-Andersen

Finnland

Jong”, Lotta Wennäkoski:  

Eerik XIV” , Mikko Heiniö & Juha Siltanen

Føroyar

Barbara” , Tróndur Bogason

Ísland

Solar5: Journey to the Center of Sound” , Hugi Guðmundsson, Hilmar Jensson, Sverrir Guðjónsson, Matthias Hemstock og við interaktive visuals av Joshue Ott.

Undir tekur yfir” , Hildur Guðnadóttir  

Noreg

Constructing Jungle Books” , Øyvind Torvund

Lion” af Marius Neset

Svøríki

Frames in transit” , Jesper Nordin

Ice Concerto” , Fredrik Högberg

Viinarin verður kunngjørdur í Stockholm tann 29. oktober.

Mynd: Pekka Kuulisto               Myndina tók Kaapo Kamu