Stórskjúttin hjá Ryger Stavanger í næstbestu norsku hondbóltsdeildini, Tróndur Mikkelsen hevur skrivað undir tvey ára sáttmála við Kristiansand í bestu norsku hondbóltsdeildini.
Sáttmálin er galdandi frá komandi kappingarári.
Frammanundan spæla Pauli Mittún og Helgi H. Hoydal við Kristiansand, so liðið á Suðurlandinum í Noregi verður veruliga eitt føroyingafelag nú.
Við heimasíðuna hjá Kristiansand sigur Tróndur: - Eg havi valt Kristiansand, tí eg ynski at spæla á einum hægri støði, har eg kann menna meg sum hondbóltsleikari. Eg havi stóra virðing fyri framtíðarmálunum og álitinum, ið er á tí sum Kristiansand satsar uppá. Eg gleði meg til at vera ein partur av hópinum hjá Kristiansand komandi kappingarár.
Tróndur Mikkelsen hevur í 15 dystum fyri Ryger Stavanger hetta kappingarárið skotið heili 110 mál. 90 í opnum spæli og 20 upp á brotskøst.