Tróndur skoraði og legði upp til 14 mál

Ryger Stavanger tapti á útivølli, men Tróndur Mikkelsen var valdur til besta leikara

Tróndur Mikkelsen og liðfelagarnir í Ryger Stavanger spældu fyrr í dag á útivølli í næstbestu norsku hondbóltsdeildini.

 

Ryger Stavanger var omaná 15-11 í steðginum, men endaði við at tapa 25-29 fyri heimaliðnum, Ros.

 

Tróndur Mikkelsen átti lut í 14 av teimum 25 málunum hjá Ryger í dag. Hann skoraði sjey mál, og hann legði upp til sjey mál. 

 

Fyri avrikið var Tróndur Mikkelsen valdur at vera besti leikari á vøllinum.

 

Follo vann uttan Teis Horn Rasmussen 33-17 (16-10) á Herulf Moss á útivølli. Teis verður tó klárur til komandi dyst.

 

Follo er nummar fýra í deildini við 29 stigum, tvey stig aftanfyri triðja plássið sum gevur rætt til dystir um uppflyting aftaná lokið grundspæl.

 

Ryger er nummar fimm í deildini við 26 stigum. 

 

Mikukvøldið 29. mars verður føroyingauppgerð í Stavanger millum Ryger og Follo.