Tróndur var stórskjútti hjá Ryger við 15 málum

Tróndur Mikkelsen skoraði 15 av 33 málum hjá Ryger Stavanger í dag

Tróndur Mikkelsen skorar mál uppá samliband í næstbestu norsku hondbóltsdeildini. 

 

Í dag skoraði Tróndur ikki færri enn 15 av 33 málum, tá lið hansara, Ryger Stavanger vann 33-28 á Bergen á heimavølli í Stavanger. Í steðginum var støðan javnleikur 16-16.

 

Julian J. Kragesteen var ikki millum málskjúttarnar hjá Ryger hesaferð.

 

Ryger er nummar seks í deildini við 14 stigum fyri 11 dystir. Tó eru bert tvey stig upp til Sandefjord sum er næstfremst við 16 stigum.

 

Komandi sunnudag spælir Ryger á útivølli móti Nøtterøy.