Týskvøldið samtykti Klaksvíkar býráð prinsipielt byggiloyvi til nýtt krivjivirki, sum alifyritøkurnar Faroe Salmon og East Salmon skulu byggja.
Men samstundis sum býráðslimirnir tóku undir við ætlanini hjá alifyritøkunum og játtaðu byggiloyvi, ásannaðu teir, at tað verður trongligt á økinum fram yvir.
? Vit mugu leggja greiðan politikk fyri havnaina og hvussu hon skal útbyggjast. Hetta eru vit nú farin í holt við, segði Torleif Sigurðsson úr Javnaðarflokkiunum, sum er nýggi formaðurin í havnanevndini,tá málið var fyri á býráðsfundi týskvøldið.
? Tað verður eitt øðiligt trýst á havnaøkið í Klaksvík, og tí hevur hetta málið skund, segði Kristian Fríðrik Olsen úr Fólkaflokkinum, sum var formaður í havnanevndini fram til ársskiftið.
Nýggja góðshavn
Fleiri møguleikar eru fyri at loysa plásstrupulleikarnar á havnalagnum í Klaksvík.
Ein møguleiki er at fylla meiri út norðureftir á vestara kaiøkinum. Ein annar møguleiki er at byggja út aðrastaðni.
? Íløgujáttanin til havnina hevur staðið í stað í nógv ár, og vit renna okkum altíð í íløguloft. Men hetta er ein prioriteringsspurningur, og tí eiga vit helst at prioritera havaøkið meira framyvir, segði Hilmar Danielsen úr Kristiga Fólkaflokkinum, sum er limur í havnanevndini, á býráðsfundinum týskvøldið.
Hann helt tað hava skund at gera meira við nýggja góðshavnina í Ánunum.
Karl Heri Joensen úr Sjálvstýrisflokkinum, sum er nýggjur formaður í Teknisku nevnd, vísti á, at helst fer virksemið á vestara kaiøkini at vaksa enn meiri í framtíðini, og tí verður neyðugt at gera eitthvørt har.