Trongligt á Havnarvág

- Tað hevði gjørt umstøðurnar fyri atløgu eitt sindur betri, um meiri pláss hevði verið á Havnarvág, sigur Jens Petur Brattalíð, ferðslusamskipari. Smyril er eitt stórt skip, og tí er tað ikki skipastøddin, sum forðar Smyrli í at sigla Suðuroyarfjørð, tó at tað lotar úr hanakjafti, sum tikið plagar at verða til.

Jens Petur Brattalíð, ferðslusamskipari, sigur, at tað er trengri at leggja til bryggju í Havn enn á Krambatanga á Trongisvágsfirði, og vindur ávirkar skjótari atløgumøguleikarnar í Havn enn á Tvøroyri.

Spurdur, um Strandfaraskip Landsins hava hugsað um aðrar atløgumøguleikar norðanfjørðs enn Havnina, nú líkt er til, at veðrið er rættiliga óstøðugt, og óhugsandi er ikki við fleiri avlýsingum, sigur hann, at tað hevur stovnurin ikki fyribils.

- Jú, tað er trengri at koma inn á Havnarvág, enn tað er at arbeiða á Trongisvágsfirði.

Jens Petur Brattalíð vísir á, at Norrøna nú hevur ligið á Havnini síðan mánadagin og fer sambært ferðaætlanini ikki avstað aftur fyrr enn á middegi í morgin.

- Tað hevði gjørt umstøðurnar við atløgu í Havn eitt sindur betri og rúmligari, um skip, sum kortini liggja í fleiri dagar, lógu aðrastaðni enn í Havn, sigur hann.