Í minsta lagi 16 fólk hava latið lív, eftir at tropiska ódnin Phanfone hevur herjað á Filipsoyggjum jóladag.
Talið á deyðum kann framvegis vaksa, siga myndugleikarnir á Filipsoyggjum, tí mobilnetið og internetið er ikki virkið nógvastaðni í landinum orsakað av ódnini, og tí hevur ikki borið til at fingið eitt greitt yvirlit yvir, hvussu nógv eru deyð, og hvussu umfevnandi skaðarnir eru.
Men í minsta lagi 16 fólk eru deyð í bygdum í Visayas landslutinum, kunnu myndugleikarnir staðfesta.
Ódnin hevur eisini rakt fleiri vælumtókt ferðamál, og flogvøllurin í Kalibo, ið verður brúktur til ferðavinnu, er illa farin.
Túsundavís av Filipsbúgvum, sum fyri tað mesta eru katolikkar, hava verið noyddir at rýma frá húsum undan ódnini, og ivasamt er, nær tey sleppa heim aftur, tí sjó- og loftvegis farleiðirnar eru stongdar.