Troyta okkara potentiali og bjóða øðrum við

- Eg haldi, at tað hevur verið ótrúliga stuttligt at hava verið við til at skipa hesa mentanarviku. Tað hevur gingið eitt sindur skjótt fyri seg. Vit hava arbeitt við tiltakinum í einar 3-4 mánaðir. Tað er heilt ótrúligt, sum fólk og felagsskapir eru spent upp á hetta, og áhugin avspeglar seg so avgjørt aftur í skránni fyri mentanarvikuna.

Tað segði Brynhild Næs Petersen, samskipari, sum yvirskipað greiddi frá skránni fyri mentanarvikuna á tíðindafundi í Ribarhúsi fyrrapartin í gjár.

Hon vísti á, at tey ikki hava lagt nakað ávíst fokus á mentanarvikuna. Hinvegin hava tey hugt upp á, hvat Fuglafjørður hevur at bjóða.

- Slagorðið fyri mentanarvikuna er ”Livandi mentan, har vit koma hvørjum øðrum við...”, og vit vilja veruliga, at fólk í Fuglafirði skulu koma hvørjum øðrum við. Tað er ein stór styrki, tá bygdin stendur saman, og hetta hava vit eisini sæð, nú arbeitt hevur verið við at skipa hesa mentanarviku.

Brynhild Næs Petersen segði, at tað hevur víst seg so nógvastaðni í bygdini, at mentanarvikan hevur verið eitt gott høvi at fingið ting av bakkastokki – at fáa hugskot til veruleika.

- Arbeiði at skipa mentanarvikuna hevur verið sum at vent hvørjum steini í fjøruni. Vit, sum hava verið í fjøruni og spælt sum børn, vita, at um vit geva okkum stundir og læra okkum at hyggja rundan um okkum, so síggja vit eina heilt nýggja verð, sum er at finna í fjøruni.

Hon segði, at tað er hetta, sum er gjørt, nú mentanarvikan í Fuglafirði er í gongd við áhugaverdari og fjølbroyttari skrá.

- Vit troyta okkara potentiali, og vit bjóða øðrum við, segði Brynhild Næs Petersen á tíðindafundinum í Ribarhúsi týsmorgunin.