Leygardagin spælir HB seinna dystin í Intertoto Cup ímóti FC Dinaburg. HB fekk frálíkt úrslit í fyrra dystinum, tí tað eydnaðist at koma heimaftur við einum1-1 javnleiki í viðførinum. Nú kann HB seta prikkin yvir iið við einum góðum úrsliti á heimavølli, og harvið koma víðari í kappingini.
- Tað er eingin løtt uppgáva, sum vit hava. FC Dinaburg er eitt gott lið. Teir eru kropsliga betur fyri enn vit, tekniskt eru teir allir góðir, og so hava teir nakrar sera skjótar spælarar. Harafturat hava teir eisini kunna fyrireika seg betur, tí teir hava fingið hvíld síðani seinasta dystin, sigur Krzysztof Popczynski, venjari hjá HB.
HB hevur rættiliga verið í eldinum við nógvum dystum seinastu vikurnar. Dysturin leygardagin er fimti dysturin í 13 dagar, og tað er sera krevjandi fyri føroyskar spælarar.
- Hetta krevur sera nógv av spælarunum, og vit eru komnir hartil, at møðin má fara at vísa seg. Tí skulu vit spæla sera klókt ímóti Dinaburg, um vit skulu koma víðari, sigur Krzysztof Popczynski.
Bjóða av frameftir
HB ætlar sær ikki bara at leggja seg aftur á vøllin at verja við 11 monnum, hóast liðið kann klára seg við 0-0 javnleiki.
- Føroysk feløg gera ofta tað mistakið, at tey leggja seg heilt aftur á vøllin og bara hugsa um at verja. Tað fara vit ikki at gera. Sjálvsagt fara vit ikki heilt fram á vøllin at trýsta teir, men vit ætla eisini at spæla álopsfótbólt, sigur HB-venjarin.
- Teir hava eina stóra og sterka verju, men teir eru ikki so skjótir í verjupartinum, og tí kunnu vit hava ein møguleika við okkara skjótu spælarum. Vit skulu tora at leypa á, og spælararnir skulu tora at bjóða av í ein-móti-ein støðum, sigur Krzysztof Popczynski.
Dysturin millum HB og FC Dinaburg verður spældur á Tórsvølli leygardagin kl. 18.00.