Trubadarvikuskiftið á Skarv

Í kvøld fer Høgni Lisberg at undirhalda á Skarvi í Keypmannahavn. Fløgan hjá Høgna kom herfyri út í Danmark, og hann er júst afturkomin av konsertferð í Sveis. Í annaðkvøld leggur Høgni Lisberg fyri sum solistur. Síðan fara teir báðir føroysku Århusianarnir Finnur Jensen og Høgni Reistrup at spæla til tann ljósa morgun. Sostatt bjóðar føroyska spælistaðið í Keypmannahavn, nakað av tí besta vit eiga í Føroyum innan singer/songwriter stílin.