Klaksvíkar býráð hevur í ár skipað fyri rættiliga nógvum mentunartiltøkum gjøgnum várið og summarið, og nú kunnu teir gleða seg til enn eitt spildurnýtt tiltak, sum klaksvíkingar kunnu fara til. Í ár verður Truckerfestivalurin nevnliga hildin í Klaksvík ístaðin fyri í Runavík, har hann hevur verið hildin øll undanfarin árini.
Dávur Winther, leiðari á mentanardeildin hjá Klaksvíkar Býráði, fegnast um at enn eitt nýtt og øðrvísi tiltak er komið til Klaksvíkar, sum vendir sær til ein annan málbólk enn hann, sum onnur tiltøk frá fyrr í ár hava vent sær til. Tískil heldur hann eisini, at tað ikki verður ov mikið hjá klaksvíkingum við øllum tiltøkunum.
Ymiskir málbólkar
- Sjómenn eru eitt, og bilar eitt annað. Vit hava Summarfestivalin, sum vendir sær til familjuna og tey ungu. Síðani hava vit Sjómannadagarnar, sum er fyri sjómenn og familjur. Nú hava vit so eisini Truckerfestivalin, sum er fyri lastbilaførarar og tey, ið hava áhuga fyri bilum. Hetta er eitt triðja upplegg, og tað eru ikki tey somu fólkini, sum fara til øll hesi tiltøkini, greiðir Dávur Winther frá.
Alt várið og summarið hava nógv tiltøk verið, og Dávur Winther staðfestir at tað grør um gangandi fót í Klaksvík. Hann metir at hesi nógvu og ymisku tiltøkini eru við til at seta veruligt lív í býin.
Góð íløga
Tá mentunartiltøk eru í Klaksvík, er vanligt at kommunan rættir eina hjálpandi hond til fyrireikarnar við ymiskum praktiskum viðurskiftum. Klaksvíkar Kommuna hevur eisini játtað at hjálpa til við ymsikum tá Truckerfestivalurin kemur til Klaksvíkar.
- Vit kunnu bjóða teimum eitt stórt og gott øki at vera á, og vit koma so eisini at fríðka um økið kring har við ljósperum. Vit taka okkum eisini av øðrum praktiskum viðurksiftum so sum flagging, og um neyðugt eisini at skipa ferðsluna, vísir Dávur Winther á.
Tá kommunan soleiðs rættir eina hjálpandi hond, er tað ikki heilt ókeypis fyri hana. Men Dávur Winther er sannførdur um, at tað er ein góð íløga at stuðla mentanartiltøkum.
- Tað sigst, at ein króna sett í mentan gevur fýra innaftur. Men tað er ikki í kommunukassan at hetta fer, men hesir pengarnar fara út til borgaran, í handlar og annað. Eitt tiltak, sum dregur nógv fólk til sín kastar sjálvsagt eisini okkurt av sær til býin og vinnulívið her, og tí haldi eg at hetta er ein góð íløga, tá Klaksvíkar Býráð velur at rætta eina hjálpandi hond til mentanina, staðfestir Dávur Winther, leiðari á mentanardeildini hjá Klaksvíkar Býráði.
Nátúrligt at koma til Klaksvíkar
Í Klaksvík hevur søguliga altíð verið nógv virksemi, serliga við fiskivinnu. Soleiðs er enn, og nógvur fiskur kemur upp á land í Klaksvík. Hesin fiskurin skal so flytast til Havnar ella aðra havn, haðan hann verður fluttur av landinum. Hetta merkir so at rættiliga nógv lastbila- og trailaraferðsla er í Klaksvík, og afturat tí kemur so øll tann tunga ferðslan frá Føroya Bjór og byggivirksemi. Og til seinast hevur Skipafelagið eisini nógv virksemi har, og tískil er talan um sera nógva tunga ferðslu í Klaksvík.
Spurdur um tað er nakað samband millum tað, at tað vanliga er so nógv ferðsla har, og so tað at Truckerfestivalurin kemur til Klaksvíkar, svarar Dávur Winther, at hevur tað samband við hvørt annað.
- Tá so nógvir lastbilar og trailarar hvønn dag eru í og rundanum Klaksvík, er tað einki annað enn nátúrligt at ein truckerfestivalur verður hildin har, sigur Dávur Winther at enda.