Týski innanríkisráðharrin, Thomas de Maizière, hevur sambært BBC sagt, at tað er nógv, sum talar fyri, at hendingin í Berlin í kvøld er eitt álop. Men, hann sigur eisini, at hann ikki vil rópa hendingina álop, fyrr enn hann er heilt vísur í, at hetta er so.
Sambært BBC hevur komandi amerikanski forsetin, Donald Trump, sent út eina fráboðan um tilburðin í Berlin, sum hann rópar yvirgangsálop.
- Okkara hjørtu og bønir eru við teimum kæru, sum mist hava í hesum ræðuliga yvirgangsálopi í Berlin. Ósek eru myrd í gøtunum, meðan tey feiðraðu jólafrítíðina.
Donald Trump sigur, at Islamiskur statur og aðrir islamiskir yvirgangsfelagsskapir slátra leypandi kristin í teirra lokalsamfelagi sum ein part av teirra globala jihad.
- Hesir yvirgangsmenn og teirra regionala og heimsumfatandi netverk skal útruddast av jarðarinnar yvirflatu. Hetta er ein missión, sum vit vilja fremja saman við teimum, sum elska frælsi, sigur komandi amerikanski forsetin.