Trúgvi vinur Xi sum væntað valdur til forsætisráðharra

Fyrrverandi floksstjóri í Shanghai, Li Qiang, er góðkendur sum forsætisráðharri í Kina eftir Li Keqiang.

Kinesiski forsetin Xi Jinping og nývaldi forsætisráðharrin, Li Qiang taka lógvatak eftir at valið í kongressini hjá kinesiska Kommunistaflokkinum er avgreitt. Mynd: Greg Baker/AFP/Ritzau Scanpix

Li Qiang, sum er ein av nærmastu sameindu hjá Xi Jinping, er í dag sum væntað góðkendur sum forsætisráðharri í Kina.

 

Hann tekur yvir starvið eftir fráfarandi forsætisráðharran, Li Keqiang.

 

Li Qiang, sum er fyrrverandi floksstjóri í Shanghai, varð longu í sambandi við kongressina hjá Kommunistaflokkinum í oktober útnevndur sum nummar tvey í valdsmiklu standandi nenvdini hjá politibýronum.

 

Tað varð tí væntað, at hann á Tjóðskaparligu Fólkakongressini í dag skuldi veljast til forsætisráðharra.

 

Kinesiski forsetin Xi Jinping og nývaldi forsætisráðharrin, Li Qiang taka lógvatak eftir at valið í kongressini hjá kinesiska Kommunistaflokkinum er avgreitt. Mynd: Greg Baker/AFP/Ritzau Scanpix