Trummuleikari í Slipknot deyður

Fyrrverandi trummuleikarin í rockbólkinum Slipknot, Joey Jordison, er deyður, bert 46 ára gamal.

 

Hetta skrivar gaffa.dk, ið hevur tíðindini úr Rolling Stone.

 

Sambært familjuni, doyði hann friðaliga, meðan hann svav. Deyðsorsøkin er ikki almannakunngjørd.

 

Jordison var við til at stovna Slipknot, ið er kendur fyri harðan rocktónleik.

 

Bólkurin varð stovnaður Iowa í 1995, og millum annað gjørdust teir kendir fyri at spæla á palli í serstøkum grímum.

 

Jordison fór úr bólkinum í 2013.