Tað sigur hann í samrøðu við ríkmannin og kenda Trump-stuðulin, Elon Musk, á sínum sosiala miðli X.
Trump upplýsti ikki, nær hann og hansara valstríðsfólk fara aftur til býin, men segði í oktober.
Donald Trump varð skotin í oyrað 13. juli, tá hann talaði til stuðlar á einum stevnufundi í Butler.
Morðroyndin kostaði honum eitt plástur á oyrað. Men annars slapp hann óskaddur. Gerningsmaðurin, Thomas Matthew Crooks, varð skotin og dripin á staðnum.
ritzau/