Fyri fyrstu ferð síðani 1981 avlýsir ein forseti árliga døgurðan við tíðindafólk. Seinast var tað Ronald Reagan, sum avlýsti, tí hann júst varð skotin.
Á hvørjum árið er døgurði í Hvíta Húsinum, har miðlafólk, sum hava sína dagligu gongd í Hvíta Húsinum, eru boðin við.
Fríggjadagin noktaði Trump summar miðlar atgongd til ein tíðindafund. Leygardagin segði hann á Twitter, at hann ikki fór at luttaka í árliga døgurðanum fyri journalistar.
Miðlarnir í USA og forsetin í landinum hava eitt sera ringt forhold. Ikki tí, tað er sæð fyrr, at forsetar ikki eru teir størstu fjeppararnir av journalistum, men ágangurin á journalistar, sum Trump byrjaði longu undir valstríðnum, hevur vakt ans.
Longu fyrsta dagin í forsetasessinum segði Trump, at hann var í kríggi við journalistar, sum hann ákærdi fyri at vera mest óerligu menniskjuni í heiminum.
Fyrstu ferð miðladøgurðin var á skránni var í 1924, tá ið Calvin Coolidge, sum tann fyrstu forsetin, luttók í tiltakinum.
Seinastu ferð ein forseti meldaði avboð til hendan døgurðan var í 1981, tá ið Ronald Reagan ikki fekk komi, tí hann var á Camp David, tí hann varð skotin 30. mars sama ár.
Døgurðin er eitt hátíðarhald av talu og pressufrælsinum í USA. Samstundis hevur hann gjøgnum tíðina ment seg til at vera eitt stuttligt tiltak, har sitandi forsetin hevur ein lættan tóna og ger gjøldur burturúr sær sjálvum og øðrum gestum í rúminum.
Donald Trump hevur tó verið á hesum døgurða áður. Tað var tá ið Barack Obama var forseti í USA og tá fekk Trump eisini eitt skot frá sitandi forsetanum.
- Um Donald Trump verður forseti í USA hevði hann ivaleyst gjørt Hvítu húsini til eitt kasino, segði Barack Obama.
Hetta veit Politiken í dag.